Lívrunnin evnafrøði
Lívrunnin evnafrøði er tað økið innan evnafrøði sum snýr seg um tær sambindingarnar sum innihalda karbon (kolevni) og hydrogen (vatnevni). Hetta økið verður kalla lívrunnið av tí, at man fyrr helt at tær lívrunnu sambindingarnar bert kundu fáast úr livandi organismum, og ikki skapast kunstiga á eini starvsstovu.
Lívrunnar sambindingar eru sostatt mýl, ið innihalda karbon og hydrogen, men kunnu eisini innihalda onnur frumevni. Nógvar lívrunnar sambindingar innihalda nitrogen, oxygen, halogenir og, meir sjáldsamt, fosfor og svávul.
Dømi um nøkur einfald lívrunnin mýl:
Bólkar av lívrunnum sambindingum
[rætta | rætta wikitekst]Tað finnast sera nógv sløg av lívrunnum sambindingum og tí er neyðugt at greina tær í ymiskar bólkar. Bólkað verður eftir hvussu mýlið er samansett og hvørji frumevni finnast í mýlinum. Frumevni festa seg ofta á ávísan hátt og hetta ger at vit fáa sokallaðir funktionellir bólkar. Tey mýlini, ið bert innihalda karbon- og hydrogenatomir, verða nevnd antin alkan, alken ella alkyn. Ein alkan hevur bert einkultbindingar, ein alken hevur eina ella fleiri dupultbindingar og ein alkyn hevur eina ella fleiri trýdupultbindingar.
Dømi um funktionellar bólkar:
Navngeving
[rætta | rætta wikitekst]Fyri at halda skil á øllum hesum ymisku sambindingum verður IUPAC-skipanin nýtt. Hetta er ein skipan sum ásetir júst hvussu lívrunnin mýl skulu nevnast. Sambindingar sum hava verið kendar leingi og nógv nýttar hava ofta fingið eitt sokallað trivialnavn. T.d. er edikssýra eitt trivialnavn fyri ethansýru og formaldehyd er eitt trivialnavn fyri methanal.