Content-Length: 88875 | pFad | http://fo.wikipedia.org/wiki/S%C3%B8rv%C3%A1gs_%C3%8Dtr%C3%B3ttarfelag

Sørvágs Ítróttarfelag - Wikipedia Jump to content

Sørvágs Ítróttarfelag

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Sørvágs Ítróttarfelag
Navn Sørvágs Ítróttarfelag
Kelinavn
Stovnað 1905
Leikvøllir á Dungasandi
Formaður Føroyar Annfinn Joensen
Høvuðsvenjari Føroyar Rajko Petrovic
Heimasíða http://www.sis.fo
Heimavøllur
Útivøllur

Sørvágs Ítróttarfelag ella er eitt ítróttarfelag úr Sørvági, sum var stovnað tann 17. mars 1905.[1] Felagið er virkið innan flogbólt og fyrr eisini innan fótbólt, nú tó við felagnum 07 Vestur. Aðrar ítróttargreinar sum svimjing og hondbóltur hava eisini verið íðkaðar í Sørvági í Sørvágs Ítróttarfelag. Í fyrstani æt felagið Sørvágs Bóltfelag, men navnið passaði ikki longur, tá svimjingin eisini gjørdist partur av felagnum. SÍ var føroyameistari í fótbólti í 1947. Árini 1998 - 2003 var SÍ partur av FS Vágar, eftir tað endaði felagið í 4. deild, vann deildina og rykti upp í 3. deild.[2] Í 2007 var fótbóltsfelagið 07 Vestur stovnað. Tað vóru FS Vágar og SÍ sum løgdu saman og gjørdist til nýggja felagið 07 Vestur.[3] SÍ er tó enn virkið innan flogbóltin. SÍ hevur lið í bestu deildunum hjá monnum og kvinnum í 2010/11.

  1. "SIS.fo, Søga felagsins". http://www.sis.fo/index.asp?pID=%7B59EA2A30-F495-4D33-A94D-0F3D940C0FA8%7D. Heintað 2010-12-25. 
  2. "SIS.fo". http://www.sis.fo/index.asp?pID=%7B59EA2A30-F495-4D33-A94D-0F3D940C0FA8%7D. Heintað 2010-12-25. 
  3. "07vestur.fo". http://www.07vestur.fo/sogan.html. Heintað 2010-12-25. 

Útvortis ávísingar

[rætta | rætta wikitekst]
Fótbóltsvøllurin sum var heimavøllur hjá Sørvágs Ítróttarfelag, nú hjá 07 Vestur.










ApplySandwichStrip

pFad - (p)hone/(F)rame/(a)nonymizer/(d)eclutterfier!      Saves Data!


--- a PPN by Garber Painting Akron. With Image Size Reduction included!

Fetched URL: http://fo.wikipedia.org/wiki/S%C3%B8rv%C3%A1gs_%C3%8Dtr%C3%B3ttarfelag

Alternative Proxies:

Alternative Proxy

pFad Proxy

pFad v3 Proxy

pFad v4 Proxy