Tjaldur
Tjaldrið (frøðiheiti - Haematopus ostralegus) er tjóðarfuglur í Føroyum og er at síggja alt summarið. Longd 45 cm.
Tjaldur | ||||||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Støða | ||||||||||||||
Vísindaflokking | ||||||||||||||
|
Tjaldrið er at síggja alt summarið. Tey flestu tjøldrini eru í Wales um veturin, men nøkur flúgva heilt til Fraklands. Tey koma aftur til Føroya á grækarismessu tann 12. mars, og sagt verður, at tey hava fult reiður á Krossmessu 3. mai.
Eitt tjaldursreiður er ein lítil kulla, ið kann verða fóðrað við smásteinum og skeljum. Eggini eru gulbrún við myrkabrúnum plettum og strikum, og tey eru uml. 57 x 40 mm til støddar. Ungarnir klekjast eftir 25 døgum. Tjaldrið er ein av teimum fáu vaðfuglunum, ið fóðrar ungar sínar. Tá foreldrafuglurin t.d. hevur fangað ein maðk, verður hann lagdur frammanfyri ungan, sum so etur hann. Ungarnir halda ofta til í grýtutum lendi, og har eru kamoflasjulitirnir hjá ungunum tann besta verjan. Øll, ið nærkast reiðri og unga, verða harðliga útskeldað.
Stevið í Fuglakvæðinum yngrum hjá Nólsoyar Páll ljóðar soleiðis:
- Fuglurin í fjøruni
- við sínum nevi reyða
- mangt eitt djór og høviskan fugl
- hevur hann greitt frá deyða,
- Fuglurin í fjøruni.
Sí eisini
rætta- Fuglar í Føroyum
- Tjóðfuglar
- Tjaldur er navnið á finskum-føroyskum vinarfelagi í Finnlandi. Sí tjaldur.fi
Útvortis ávísning
rætta- Stamps.fo: Fuglaegg, 2002[deyð leinkja] (kelda, public domain)
- FaroeNature.net > Tjaldur