Smá silkibond
Smá silkibond (frøðiheiti polygala serpyllifolia ella polygala serphyllaceae) veksur á heiðalendi. Hon blómar í juni og juli. Hon verður 5 til 15 cm høg. Funnin upp í 600 m. hædd. Blóman er vanligast blá, men ofta hvít ella reyð.
Lýsing: Á turrlendinum, vallaðum haga. Leggirnir eru nógv greindir. Bløðini heil, ótent, tey niðaru andstødd. Blómurnar í klasum frá leggendanum og úr blaðgripum - bert 4-6 blómur í hvørjum, óregluligar. Tey stóru, bláu bløðini eru bikarbløðini; tey leggja seg upp at fruktini, tá ið plantan er avblómað. Krúnublaðflipparnir eru ljósir á liti. Blóman er minni og klænri enn P. vulgaris (stór silkibond). 2-10 blómur á legginum, bláar, reyðar ella sjáldan hvítar. Tey innaru bikarbløðini 4-5 mm.