Norðragøta
Norðragøta er ein bygd í Eysturoy, partur av Eysturkommunu, sum, eisini fevnir um bygdirnar Syðrugøtu og Við Gøtugjógv. Hesar bygdir verða ofta undir einum róptar í Gøtu. Gøta er gomul bygd, í Føroyingasøgu kend frá einum av høvuðspersónunum, Tróndi í Gøtu. Óvist er, hvørjari av Gøtunum, Tróndur gamli hevur búð í. Norðragøta er millum elstu bygdir í Føroyum. Á Tróndargrund, í kjallaranum í Jákupsstovu, varð í 1980-árunum staðfest búseting um ár 630.
Norðragøta | |
Nordregøte (danskt) | |
Bygd | |
Norðragøta
| |
Land | Føroyar |
---|---|
Sýsla | Eysturoya sýsla |
Oyggj | Eysturoy |
Kommuna | Eysturkommuna |
Íbúgvar | 614 (2015)[1] |
Postnummur | FO-512 |
Markatal | 32-00-00 mk.gl.sk. |
|
Vinnuvirksemið i bygdini er stórt. Á Gøtu Fiskavirkið, ið framleiðir saltfisk, arbeiða dagliga umleið 100 fólk. Eisini er stórt virksemi á havnaøkinum av alivinnuni.
Ítróttur
rættaÍtróttur og fótbóltur í Eysturkommunu hevur sítt hásæti í Norðragøtu. Í Sarpugerði hava samanløgdu feløgini GÍ og LÍF, sum nú eru Víkingur, funnið sína háborg við nýggjum graslíki og nýggjum felagshúsi og áskoðaraplássum.
Keldur
rætta