Løgregla
Løgreglufólk hava ymsar uppgávur. Tey taka m.a. brotsmenn, steðga bilum, ið koyra ov skjótt, og eru á varhaldi úti á gøtuni. Summi arbeiða eisini á skrivstovu. Tey kanna brotsverk og royna at avdúka brotsmenn. Løgreglan handtekur fólk, sum tey illtenkja at hava brotið lógina, ákæra tey og draga tey fyri rættin.
Ferðsluløgreglan hjálpir ferðsluni og ansar eftir, at fólk koyra, sum tey eiga. Ferðsluløgreglan steðgar bilum, sum koyra ov skjótt ella á annan hátt bróta ferðslureglurnar. Tey hava radara at máta, hvussu skjótt bilar og motorsúkklur koyra. Ferðslukanningar verða gjørdar ymsastaðni í Føroyum av og á, og tá steðgar løgreglan bilum og motorsúkklum. Løgreglan spyr eftir koyrikorti og kannar, um akfarið er í nóg góðum standi, og um bilstjórin møguliga hevur drukkið rúsdrekka. Tey kanna eisini, um súkklur og prutl eru í lagi. Við hvørt fara tey í skúlar at greiða frá, hvussu børn eiga at bera seg í ferðsluni.
Reglur um handtøku standa í rættargangslógini. Lata fólk seg ikki taka við góðum, kann løgreglan taka tey við hørðum. Í hesum arbeiði verða brúkt handjørn, skotvápn, hundar ella lurkar. Summi løgreglufólk hava væl vandar og dugnaligar hundar, sum eru lærdir at finna fólk og horvnar lutir. Summir eru servandir at snodda seg fram á narkotika.
Løgreglan í Føroyum
rættaFøroyar eru eitt løgregludømi í danska ríkinum undir ríkisløgreglu-ovastanum og løgmálaráðnum í Danmark. Føroyskt-danska løgreglan er partur av altjóða løgreglusamstarvinum Interpol. Løgreglustøðir eru á hesum støðum: Tórshavn, Klaksvík, Runavík, Miðvági, Sandi og Tvøroyri [1]. Støðarovasti ella sýslumaður hevur umsjón við løgregluni á ymsu plássunum. Ein kommiserur er fyri allar Føroyar, og hann hevur tilhald á løgreglustøðini í Tórshavn. Í politiøkinum verða somu uppgávur framdar sum í donskum politiøkjum.
Tilsamans eru 109 løgreglufólk í starvi í Føroyum, 104 mannfólk og 5 konufólk [2]. 54 starvast í Tórshavn. Politiið í Føroyum velir tey út, ið fara skulu undir politiútbúgvingina. Hesi fara síðani undir vanligu politiútbúgvingina, sum fer fram í Danmark. Eftir lokna útbúgving koma tey aftur til Føroya at starvast. Sostatt er størsti parturin av politifólkunum í Føroyum føroyingar.
Keldur
rætta- ↑ "Archive copy". http://www.politi.dk/Faeroeerne/fo/omos/Politistationerne/. Heintað 2011-05-24.
- ↑ "Archive copy". http://www.politi.dk/Faeroeerne/fo/omos/om_politikredsen/aarsberetning/. Heintað 2011-05-24.