Content-Length: 127033 | pFad | https://fo.wikipedia.org/wiki/Forna_Grikkaland

Forna Grikkaland - Wikipedia Jump to content

Forna Grikkaland

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Parthenon er eitt tempul, ið er ognað Athenu og liggur á heygnum Akropolis í Athen. Tað er eitt av best umboðandi symbolunum fyri mentanina og gløggskygni hjá fornu grikkunum.

Forna Grikkaland var ein mentan, ið hoyrdi til eitt tíðarskeið í griksku søguni, ið byrjaði í arkaiskari tíð í 8. øld f.Kr.. Forna Grikkaland hevur eina 1000-ára søgu og verður av mongum mett at vera vøggan hjá vesturlendsku mentanini. Fornu grikkarnir stóðu ímóti hertøkuroyndum og yvirlivdu at vera hersettir av rómverjum, men seinni gjørdust teir partur av Byzantinska ríkinum. Grikska mentanin hevði stóra ávirkan á Rómverjaríkið og breiddi seg harvið til restina av Evropa.

Í forna Grikkalandi hendi gjøgnumbrot við nýtslu av myntum innan handil. Tann athenska "ugglumyntin" ráddi yvir miðalhavshandlinum í 400-300-talinum f.Kr. Ugglan var heilagi fuglurin hjá vísdómsgudinnuni Athenu.

Olympisku leikirnir, fyri at nevna eitt dømi, byrjaðu í tí grikska mentanararvinum. Renessansan (Endurburðartíðin) var ein roynd at endurvekja arvin eftir Rómverjaríkið og Forna Grikkaland. Fyrstu Olympisku Leikirnir vórðu hildnir 776 f.kr.









ApplySandwichStrip

pFad - (p)hone/(F)rame/(a)nonymizer/(d)eclutterfier!      Saves Data!


--- a PPN by Garber Painting Akron. With Image Size Reduction included!

Fetched URL: https://fo.wikipedia.org/wiki/Forna_Grikkaland

Alternative Proxies:

Alternative Proxy

pFad Proxy

pFad v3 Proxy

pFad v4 Proxy